Møti og sunnudagsskúli í morgin.

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um eitt av líknilsunum hjá Jesusi. Heraferð um “hin klóka mannin”. Hví var hann klókur?? Tí hann bygdi hús sítt á klettin.
Eisini syngja vit saman og hoyra søgu.

Á møtinum kemur Pauli Højgaard at tala Guðs orð til okkara.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.