Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra líknilsi, sum verður kallað “brúdleyp hjá kongssyninum”. Í hesum líknilsi sigur Jesus frá, at vit mugu taka eina støðu til innbjóðingina, sum bjóðar okkum eitt pláss í Himmiríki. Eisini fara vit at syngja saman, og hoyra søgu.
Tað verða “tey ungu” sum koma at hava møti í morgin.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.





