Í morgin hevur barnaringurin avslutning fyri hesa vetra hálvuna.
Dagurin kemur at bjóða uppá ymiskt.
Vit byrja kl. 17.00 við døgverða. Ikki er neyðugt at melda seg.
kl. 18.00, fara vit upp í salin, har Johan Hansen, kemur at boða Guðs orð, og barnakórið syngur fyri okkum.
kl. 19.00, fara vit aftur niður í kjallarin, har í kaffi/the og kakur eru at fáa, og har vit fara at hava burturlutan til frama fyri útimissións arbeiði.
Eisini er møguleiki at keypa lutinar sum børnini hava gjørt hendan veturin,
Tikið verður við tøkk, ímóti lutum til burturlutanina. Møguleiki er at lata lutir í missiónshúsinum í dag frá kl. 18.00 ella í morgin frá kl. 16.00.
Øll eru hjartaliga vælkomin til avslutningina hjá Útimissións barnaringinum.
P.s. Við tað at Bararingurin hevur avslutning, verður eingin bíbliutími í annaðkvøld.





