Morgun kaffi, sum hesaferð verður Grannakaffi, verður aftur í morgin.
Vit byrja kl. 10.00 við einum góðun morgunmati.
Grannakaffi, er eitt tiltak, sum Krabbameinsfelagið stendur aftanfyri, har tey heita á einstaklingar/felagsskapir, ella sum í okkara føri morgun kaffi, um at skipa fyri einum tiltaki, har samstundis er møguleiki at geva eina gávu til arbeiði hjá Krabbameinsfelagnum.
Í samband við Grannakaffi hesaferð, fáa vit vitjan av Malan og Hera Kjærbo, sum koma at greiða frá, tá ið Malan bleiv rakt av krabbameini.
Eisini kemur okkara egna Jóhanna Sámalsdóttir at syngja fyri okkum.
Allur peningurin sum kemur inn henda dagin, fer óskerdur til arbeiði hjá Krabbbameinsfelagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.





