Mikudagin 18. mars, savnaðist Útimissiónsbarnaringurin í Tabor á Toftum, fyri seinastu ferð hendan veturin. Bjóða var til døgurða klokkan 17 í kjallaranum. Tá kundu børnini eisini keypa teir lutir tey hava gjørt í vetur. Peningurin fór til Útimissión.
Kl.18 var farið upp í stóra salin. Har var felagssangur og kunnan um hvørji arbeiðir børnini stuðla við peningi og við forbøn. Tey stuðla Tæn Afrika, arbeiði í Tailandi, sum Ernst Magnussen er virkin í, tveimum børnum á Fillipsoyggjunum og Sat 7.
Barnakórið sang og Jóhan Hansen, barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini hevði bíbliuorðið.
Eftir tað var bjóða til hugnaløtu í kjallaranum, har drekka og burturluting var á skránni.
Undirtøkan var góð og nærum 40.000 krónur komu inn, sum takka verður fyri.
Um Gud vil og vit liva, so byrjar barnaringurin aftur í heyst.
Hjartans tøkk fyri hesaferð!





