Møti og sunnudagsskúli

Í morgin verður møti og sunnudagsskúli kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum hoyra vit út Bíbliuni, syngja saman, hoyra søgu ella hava spurnarkapping ella okkurt annað.

Á møtinum í morgin fáa vit vitjan av Sonna Dalheim, úr Gøtu, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.