Í døgunum 28. juni til 9. juli vóru 54 fólk úr missiónshúsinum Tabor á Toftum á ferð í Týsklandi. Leiðin gekk til lítlu bygdina Bobengrün, ið seinastu 43 árini hevur havt eitt serligt pláss í hjørtunum á nógvum á Toftum.
Vinarlagið byrjaði í 1983, tá eitt týkst ferðalag kom til Føroyar. Tey búðu í skótahúsinum á Kambsdali. Tann eina sunnudagin leitaðu tey sær út á Toftir, tí tey ynsktu at kunna seg um Blákrossarbeiðið í økinum. Eftir gott prát og kaffi við táverandi stýrislimir í missiónshúsinum, Ernst Hansen og Sørin Steinhólm, vórðu tey boðin til møti sama kvøld.
Kvøldið eftir fóru fleiri ung av Toftum inn á Kambsdal at vera saman við týsku gestunum, og síðani tá eru vinarbondini blivin fleiri og sterkari.
Í ár var sætta ferðin, at eitt ferðalag av Toftum vitjaði í Bobengrün. Fyrsta ferðin úr Føroyum var í 1984, síðani varð vitjað aftur í lítlu týsku bygdini í 1989, 1996, 1999, 2007 og so aftur í ár, 2026.
Hóast nítjan ár vóru liðin, síðani seinasta ferðalag vitjaði Bobengrün, var móttøkan góð og hjartalig. Týsku vertirnir stóðu so at siga á høvdinum fyri gestunum úr Føroyum teir tólv dagarnar, ferðin vardi.

Ferðalagið fleyg til Billund, har vertirnir høvdu syrgt fyri, at bussur flutti okkum til Bobengrün.
Endamálið við ferðini var at vitja týsku vinirnar, styrkja andaliga felagskapin í samkomuni Tabor og fáa nakrar góðar og áhugaverdar upplivingar saman.
Hetta eydnaðist alt tíbetur, tí talan var um ein fjølbroyttan túr, har ferðalagið, sum vanligt, helt til í CVJM húsinum (KFUM) í Bobengrün.
Hvønn dag var andakt á morgni og á kvøldi, og eisini vóru fýra sera áhugaverdir bíbliutímar á skránni.
Harumframt vóru túrar fyriskipaðir til Wittenberg, Leipzig, Bayreuth, Nürnberg og kekkisku býirnar Karlovy Vary (Karlsbad) og Loket.
Í Wittenberg bleiv vitjað í Schlosskirche, har Luther nelgdi sínar 95 tesur á kirkjudyrnar, umframt í kirkjuni har Luther virkaði, Stadtkirche St. Marien.
Í Leipzig bleiv ferðalagið víst runt í býnum og vitjaði millum annað í Thomaskirche, sum er kirkjan, har tónaskaldið Johan Sebastian Bach virkaði og er jarðaður.
Í Bayreuth varð vitjað á eini kafé fyri heimleys, og í Kekkia vóru bergtakandi býirnir Karlovy Vary og Loket vitjaðir.

Ferðalagið luttók eisini nakrar ferðir við sangi. Bæði við felagskóri, ungdómskóri og tveimum einstaklingum; Petur Hans Hansen og Jóhonnu Sámalsdóttir.
Millum annað bleiv skipað fyri konsert í kirkjuni í Bobengrün, umframt at ferðalagið framførdi til eina guðstænastu í Selbitz, einum møti í Naila og einum festivali í Bad Steben.
Á konsertini í Bobengrün og á møtinum í Naila hevði føroyska ferðalagið andakt, umframt sangframførðslurnar.
Hugaligt og trúðarstyrkjandi var at staðfesta, at Guðs orð eisini er livandi millum týska fólkið, og at júst sami boðskapur um Jesus, ið vit deila okkara millum í Føroyum, eisini verður deildur millum ung sum eldri í týsku samkomunum og kirkjunum.
Eftir longu heimferðina, ið byrjaði mikukvøldið 8. juli klokkan átta, og endaði á middegi dagin eftir, kundi staðfestast, at eitt troytt ferðalag hevði havt eina hendingaríka ferð saman í Týsklandi, har vinarbondini við týsku vinirnar vóru styrkt, og andaligi felagsskapurin var mentur við andaktum, bíbliutímum og við sangi um Jesus.
Janus Thomsen hevur skrivað
Kelda: Trúboðin


