60+ dagur í Nesvík

Leygardagin, 25. mars, verður 60+.
60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har til ber at hugna sær saman.

Enn er møguleiki at melda seg til, men tað ræður um at skunda sær, tí freistin er mánadagin 20 mars.
Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. Telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.

Kostnaður fyri dagin er kr 350,00

Sí meira kunning her

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.