Skráin fyri páska halguna
Aftur í ár verður páskastevna á eystara armi á Skálafjørðinum undir heitinum ”Tað er fullgjørt”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri.
Lagt verður fyri Langa fríggjadag kl. 18.00 í Glyvra missiónshúsi, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Manskórið í Rituvík syngur. Sama kvøld verður ungdómsmøti á Glyvrum kl. 21.00 við Andriasi Magnussen, aðalskrivara.
Páskadag kl. 18.00 verður møti í Tabor á Toftum. Mariann D. Poulsen talar, og Streingjakórið á Glyvrum syngur.
Annan páskadag verður møti kl. 18.00 í Rituvíkar kirkju. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar, og Streingjakórið á Toftum syngur.
Meðan páskastevnan er, verður einki møti í Tabor á Toftum langafríggjadag og annan páskadag. Tó verður missiónshúsið opið, so høvi verður at fara inn at hava eina stilla løtu í bøn.
Til tey, sum ikki hava fart til møtini á páskum, er at siga, at bilar koyra frá missiónshúsinum á Toftum kl. 17.45 inn á Glyvrar langa fríggjadag og kl. 17.40 til Rituvíkar annan páskadag.
Stýrið