útferð 6 juni 2022 - Selatrað

Útferð sunnudagin – til Nesvíkar

Sunnudagin 18. juni, fer øll meinigheitin útferð. Leiðin liggur til leguhúsið í Nesvík.

Vit fara frá missiónshúsinum kl. 14.00. Um onkur manglar fart, so er bara at møta upp, so fylla vit bilarnar.

Í Nesvík fara vit at hugna okkum saman. Vit fara at syngja saman, hoyra Guðs orð, og annars bara njóta løtuna.

Hvør sær hava vit mat við. Grillir verða tøkar, so tey sum hava hug, kunnu grilla.

Vit vóna at fáa ein góðan og vælsignaðan dag saman, bæði í álvara og gaman.

Hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.