Vit syngja jólini inn

Komandi sunnudag, 8. desembur fara vit at syngja jólini inn. Men áðrenn møti verður skipa fyri einum góðum døgverða. Døgverðin byrjar beint aftaná guðstænastuna.

Tað er neyðugt við tilmeldin til døgverðan. Tilmeldingin fer fram við at SMSa ella ringja til telefon nr. 789287 ella 747795. Síðsta freist at melda til er mikudagin 4 desember.
Døgverðin kostar kr. 30 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.

Til møti koma vit at syngja nógv saman, umframt at hesi koma at syngja fyri okkum: Taborkórið, Barnakórið og Gadders. Jóhan Hansen, familjum- og barnaráðgevi kemur at boða Guðs orð til okkum.
Tað verður eingin sunnudagsskúli henda dagin, men vit verða øll saman.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.