Møti, sunnudagsskúli og frokost í morgin.

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.

Men vit byrja longu kl. 12.30 við frokosti. Har vit hvør í sær hava okkur til matna við, og so syrgir missiónshúsið fyri breyði og drekka.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Sakarias, sum var pápi til Jóhannes doyparan, fær eina serliga vitjan. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.

Á møtinum fáa vit vitjan av John Petersen, úr Fuglafirði. Hann kemur at boða Guðs orð fyri okkum, út frá 5. Mós. 6,6-9.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Onnur tíðindi