Bíbliutími við vitjan.
Í annaðkvøld verður bønarløta og bíbliutími sum vanligt.
Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00.
Men hesaferð fáa vit norska vitjan. Tað er av biskoppinum Thorkild Masvie. Hann er biskoppur í tí Luthersku kirkjuni í Norra.
Henda kirkjan stendur uttanfyri stats- ella fólkakirkjuna í Norra.
Meira kann lesast um Luthersku kirkjuna í Norra, við at trýsta á hesa leinkju lkn.no
Á bíbliutímanum kemur Thorkild at tosa um “kirkens syv kendetegn”.
Øll eru hjartaliga vælkomin á bíbliutíma í annaðkvøld.