Lampa

Frokost, møti og sunnudagsskúli.

Í morgin byrja vit við frokost kl. 12.30.
Vit hava hvør í sínum lagi okkult pálegg við, og missiónshúsið bjóðar breyð og kaffi/the.

Møti og sunnudagsskúli verða kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Móses fór upp á Sinai fjall, og har fekk hann tey 10 boðini frá Guði. Eisini hoyra vit søgu og syngja saman.

Á møtinum fáa vit 2 vitnisburðar. Eisini koma vit at hava forbøn fyri Magnus H. í Hjøllum, í samband við at Heimamissiónini sendur hann til Íslands at arbeiða sum voluntørur. Hetta arbeiði kemur Magnus at gera saman við Andrias Garðsá.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til frokost, sunnudagsskúla og møti.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.