Í morgin verður møti og sunnudagsskúli kl 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um tey 10 boðini. Í morgin verður tað boðini 4-10 vit fara at hoyra um.
Tey ljóða soleiðis:
4 boð: Æra faðir tín og móðir tína.
5 boð: Tú mást ikki sláa í hel.
6 boð: Tú mást ikki dríva hor.
7 boð: Tú mást ikki stjala.
8 boð: Tú mást ikki bera falskan vitnisburð ímóti næsta tínum.
9 boð: Tú mást ikki girnast hús næsta tíns.
10 boð: Tú mást ikki girnast konu næsta tíns, ikki húskall ella arbeiðskonu hansara, ikki fæ hansara ella nakað, sum næsti tín eigur.
Á møtinum fáa vit vitjan av Tórleivur A. Rasmussen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Tórleivur er ættaður úr Klaksvík, men er í dag búsitandi á Skála.
Eisini verður innsavnan til arbeiði hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

