Landstevnan hjá Sjómanskvinnuringinum

Leygardagin 25. apríl 2026, sum samstundis er flaggdagur, verður árliga landsstevnan, hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum. Stevnan verður í Leguhúsinum í Nesvík.

Hetta er ein stevna, sum kvinnurnar gleða seg til. Tá hitta tær kvinnur um landið, sum tær annars sjáldan síggja. Tær savnast í og um Jesu navnið, og fyri at hoyra og tosa um arbeiðið hjá Sjómansmissiónini.

Dagurin byrjar við morgunmati kl.09.00. Bíbliutími verður klokkan 10.00 Klokkan 11.30 verður  áhugatími um “gráa gullið” og kl.13.00verður miðmáli. Klokkan 15. verður medarbeiðarafundur. Tá verður frágreiðing frá arbeiðinum og frítt orðaskifti um arbeiðið. Leiðslutoymið syngur.

Døgurði verður kl.18.00 og kl.19.00 verður andakt og sangur við Petur Hans og Jónhild.
Tá verða vinnaranumrini kunngjørd og enda.

Stevnan kostar 500 krónur.

Tilmelding: mission.fo/tilmelding, ella á tel.470000/229024
Evsta mark fyri tilmelding er sunnudagin 19. apríl.

Allar kvinnur eru vælkomnar!

Skráin:

kl. 9.00 Morgunmatur
kl. 10.00: Bíbliutími v/ Gimma Olsen
kl. 11.30: Áhugatími “Týdningurin av gráa gullinum v/ Jógvan Fríðrikssyni
kl. 13.00: Miðmáli og lutaseðlasøla
kl. 15.00: Medarbeiðarafundur
– Frítt orðaskifti um arbeiðið
Leiðslutoymið syngur
kl. 18.00: Døgurði
kl. 19.00: Sangur v/ Petur Hans og Jónhild við bólki
Andakt við Petur Jacob Langgaard
Vinnaranummur kunngjørd
Endi

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.