Fyri góðum 14 døgum síðani, høvdu vit tann árliga arbeiðsdagin í missiónshúsinum.
Dagurin lukkaðist væl, tó at uttanduraarbeiði ikki bleiv gjørt endaliga liðugt. Men inni í húsinum bleiv tað sum var ætlanin at gera, gjørt.
Eisini kom gongd á, at gera tøknirúmi í salinum av nýggjum.
Her eru nakrar myndir frá degnum.
Stýrið takkar øllum sum góvu ein hjálpandi hond henda dagin.
Jesus signi okkara meinigheit.














