Útferð sunnudagin.

Komandi sunnudag kl. 14.00 fara vit sum meinigheit eina útferð. Í ár fara vit ikki so langt, men vit verða tó uttandura.
Leiðin liggur oman á kaiina, uttanfyri bygningin hjá KBH.

Har byrja vit løtuna við at syngja saman og hoyra Guðs orð. Aftaná tendra vit grillinar, har vit hvør í sær hava mat at grilla, við.

Eisini verður møguleiki at sigla ein túr við bátum, og onkur spøl verða eisini.

Børnini kunnu eisini hava vátdraktir við, og leypa á sjógv.

Um tit ynskja at sigla ein túr, er gott at hava redningsvest við. Vit hava skaffa nakrar, men gott er við fleiri.

Ein áminning á okkum foreldur, at tað eru vit sum hava ábyrgd av okkara børnum.

Vónandi verða vit nógv sum verða við til sunnudagsskúla/meiniheits útferð sunnudagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top