Sum tit nokk vita, verður onki TeenStreet í Týsklandi í ár. Men ístaðin fara vit at hava TeenStreet í missiónshúsinum! Vit á Toftum fara at hava Teenstreet saman við teimum á Glyvrum, Rituvík og Æðuvík í Missiónshúsinum Tabor á Toftum.
Hetta verður mega gott! Líkasum á TeenStreet í Týsklandið fara vit at hava bíbliutímar, andaktir, lovsong og nógv annað gott. Vit fara eisini at hava áhugatímar, spøl og ymiskar kappingar.
Av korona koma vit ikki at sova í missiónshúsinum, men møtast í missiónshúsinum á middegi.
TeenStreet verður frá 4. august til 8. august, og tilmeldingar freistin er longu 12. juli. So tað er bara at skunda sær at melda seg til TeenStreet 2020.
Prísurin fyri at luttaka á TeenStreet 2020 er 500 kr.
Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um profetin Jónas, og hvussu tað gekst honum. Á møtinum, fáa vit vitjan úr Klaksvík. Tað…
Ungdómsmøti verður í kvøld. Vit byrja kl. 20.30 við bønarløtu og í kvøld byrjar ungdómsmøti kl. 21.00. Tað verður okkara egni Magni Skoradal, sum kemur at boða Guðs orð fyri…
Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um mammunar hjá Jóhannes doyparanum og Jesusi, Elisabet og Mariu Á møtinum kemur toymi sum var…
Bønarløta og bíbliutími verður í kvøld. Bønarløtan byrja kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Kristin Nordendal, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga…
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar Cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Please enable Strictly Necessary Cookies first so that we can save your preferences!