Frokost, møti og sunnudagsskúli.

Í morgin byrjar frokosturin aftur. Frokost er frá kl. 12.30.
Vit hava hvør í sínum lagið okkurt pálegg við, og so gevur missiónshúsið breyð og kaffi/te.

Møti og sunnudagsskúli byrja kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus vakti upp Lázarus. Eisini hoyra vit søgu og syngja saman.

Møti kemur Bróðurringurin á Havinum at standa fyri. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari kemur at boða Guðs orð, og Streingjakórið í Rituvík kemur at syngja fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjaraliga vælkomin, til tiltøkini í morgin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.