Øll tiltøk avlýst í Tabor til og við nýggjársdag 1.jan. 2021.

Vegna øktan smittuvanda um jóla- og nýggjársleitið hevur stýrið fyri missiónshúsið avgjørt at avlýsa øll tiltøk til og við nýggjársdag 1.jan. 2021.

Stýrið metir, at tað er umráðandi, at vit í Tabor gera okkara til, og soleiðis sýna ábyrgd í, at Corona-smittan ikki kemur at gera um seg í Føroyum.

Sigast skal, at vit hava ávísar tøkniligar trupulleikar í løtuni, so at vit ikki kunnu stroyma møtini og senda tey beinleiðis umvegis netið. Tí eru øll tiltøk avlýst um jólini og árskiftið.

Vit vóna at byrja aftur við regluligum tiltøkum sunnudagin 3.jan. 2021.

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.

”Og hon skal føða ein son, og Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” Matt. 1. 21.

Stýrið fyri missiónshúsið.

Onnur tíðindi