Tabor

Tabor

Junior byrjar aftur.

Nú byrjar Junior aftur. Vit møtast í annaðkvøld kl. 19.00, og eru liðug umleið kl. 21.00. Vit hoyra Bíbliusøgur saman, syngja, og hugna okkum við ymiskum. Øll í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomin á Junior.

Møti í annaðkvøld – vitjan av trúboðarapari.

Familjan Olofson

Til møtið í annaðkvøld fáa vit vitjan av útimissiónstrúboðarunum Silasi og Julionnu Olofson. Silas boðar Guðs orð fyri okkum, og saman koma tey at syngja fyri okkum. Silas og Julianna, saman við børnunum, eru útsend til Mongolia av Kirkjuliga Missiónsfelagnum…

Sunnudagsskúli í morgin.

Sunnudagsskúli verður kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um, dreymin sum Jákup hevði, tá ið hann var rýmdur undan Esav. Øll eru hjartaliga vælkomin á sunnudagsskúla.

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30, og bíbliutímin kl 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hildugunn Steinhólm, sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um beiggjanar Jákup og Esav. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Sólrun Poulsen sum kemur at tala. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti í kvøld.

Bøn

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Í kvøld fara vit at fáa svar uppá teir spurningar, sum eru komnir inn í spurnarkassan. Vit fara eisini at syngja og hugan okkum saman. Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartalga vælkomin.

Bíbliutími í kvøld.

Persónar

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl. 20.00 byrjar bíbliutímin. Í kvøld verður tað Hilmar Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nýggj leiðsla í barnaringinum

Marjan hevur staði við ábyrgd av Barnaringinin í útvið 38 ár. Tá ið Barnaringuri byrjaði tosaði Marjan við nøkur fólk um at byrja barnaringin; og vælvildin og undirtøkan var góð; og tað hevur hon verið øll árini. Barnaringurin hevur frá…

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra meira um Ábraham og Ísak, og serliga tá ið Ísak fekk sær konu. Møti byrjar kl. 18.00. Í annaðkvøld verður tað Petur Jacob Sigvardsen, sum kemur at boða Guðs orð…

Taborkórið byrjar aftur.

Elskar tú at syngja, saknar tú at syngja? So er Taborkórid ein møguleiki. Ver vælkomin í ein andalgan felagsskap, har sangurin bindur okkum saman. Vit venja hvørt hóskvøld kl. 21.00.

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og so verður bíbliutími. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.