Tabor

Tabor

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Í kvøld verður tað Torleif Johannessen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at syngja saman. Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Nú byrja bíbliutímin aftur. Vit byrja í annaðkvøld kl. 19.30, við bønarløtu, og eftirfylgjandi verður bíbliutími. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Bíbliutímin verður í salinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti og møti verður aftur hetta vikuskiftið.

Nú verða ungdómsmøti og møti sum vanligt aftur hetta vikuskiftið. Tó verða møtini sambært teimum tilmælum, sum almenni myndugleikin hevur ásett um at samlast í størri bólkum. Vit leggja stóran dent á at halda frástøðu og reinføri. Ætlanin er at…

Møti í annaðkvøld – stroyming

Bøn

Vegna korona-smittuna, er tað framvegis ikki møguligt at møta upp til tiltøkini í Tabor í august-mánaði. Tó verða sunnukvøldsmøtini stroymd, so at møguleiki er at verða við á tann hátt. Á møtinum sunnudagin 23.august kl. 18.00 talar Randi Joensen  og…

Møti í annaðkvøld – stroyming

Vegna korona, er ikki møguligt at møta upp í missiónshúsinum til møti.  Men vit stroyma aftur í annaðkvøld kl. 18.00. Til møti kemur Andrias Mangussen, aðalskrivari, at boða Guðs orð til okkum. Eisini koma vit at hoyra sang frá Petur…

Eingin bíbliutími.

Vegna støðuna við corona smittuni, hevur stýrið fyri missiónshúsið, tikið avgerð um, at eingin bíbliutími verður í annaðkvøld.  

Vit avlýsa tiltøk í Tabor vegna Covid-19!

Kristi Himmelfart

Eftir at Covid-19 smittan av álvara er aftur í landinum, hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt at avlýsa øll tiltøk til og við sunnudagin 16.august, fyri ikki at økja um smittuvandan. Hetta er tó ikki galdandi fyri sunnukvøldsmøtini.…

Avmarkað tiltøk í Tabor vegna Covid-19.

Av tí at stórur vøkstur hevur verið í Covid-19 virisinum síðstu dagarnar í Føroyum, hevur stýrið samtykt at avmarka tiltøkini í Tabor á Toftum, fyri ikki at vera við til at spreiða sjúkuna. Frá í dag fríggjadagin 7.aug. til og…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og eru liðug áleið kl. 21.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Bíbliutímin verður í møtisalinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.