Tabor

Tabor

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Tað verður Ungdómsnevndin sum kemur at hava møti. Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30, og verður tað í stóra sali. Í annaðkvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møti við Ísraelsmissiónina.

Til møti í annaðkvøld kl. 18.00 fáa vit vitjan av Ísraelsmissiónina. Frants Jensen kemur at tala til okkara. Eisini kemur okkara egna Karen at greiða frá tíðini hon var í Haifa og arbeiddi. Innsavnan verður til Ísraelsmissiónina. Øll eru hjartaliga…

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld.

Dakko Petersen

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30, og eru inni í møtisalinum. Í annaðkvøld verður tað Dakko Petersen, sum kemur at hava bíbliutíman fyir okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin. Sunnudagsskúlin byrja kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra meira um Paulus, og hansara missiónsferðir. Til møti í annaðkvøld kl. 18.00, fáa vit vitjan av Carsten F. Mikkelsen, trúboðara. Tað verður innsavnan til…

Ungdómsmøti – grillkvøld

Ungdómsmøti - grillkvøld

Í annaðkvøld verður eitt annaleiðis ungdómsmøti, tí tá fara vit nevnuliga út at grilla. Vit fara yvir á Toftavatn. Har fara vit at syngja, hoyra Guðs orð, og annars hugan okkum sera nógv. Vit møtast kl. 19.00, og halda á…

Bønarløta og bíbliutími í annaðkvøld

Bønarløta og bíbliutími verða í annakvøld. Vit byrja kl. 19.30. Í annaðkvøld verður tað Karen Abrahamsen sum kemur at hava bíbliutíman. Bíbliutímin verður í stóra sali. Minnist til at hava missiónssangbókina við. Øll eru hjartalga vælkomin.

Sunnudagsskúli í morgin.

Sunnudagsskúli verður aftur í morgin kl. 14.00. Tá fara vit at hoyra um Saul, sum seinni kom at kallast Paulus. Vit fara at hoyra um hvussu hann møtti Jesusi á veg til býin Damaskus. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími í kvøld.

Bønarløta og bíbliutími verður í kvøld kl. 19.30. Í kvøld verður tað Kaj Eli Hansen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Teksturin verður frá Filippibrævinum kapittul 3. Minnist til at hava Missiónssangbókina við. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.