Junior jólahugna í morgin.

Junior verður aftur í morgin kl. 19.00. Í morgin verður síðstu ferð fyri í ár, so vit fara at hava Jólahugna. Vit hoyra úr Bíbliuni, syngja saman, og so verður okkurt eyka gott til drekka aftaná. Allir Juniorar í 5-7…

Junior verður aftur í morgin kl. 19.00. Í morgin verður síðstu ferð fyri í ár, so vit fara at hava Jólahugna. Vit hoyra úr Bíbliuni, syngja saman, og so verður okkurt eyka gott til drekka aftaná. Allir Juniorar í 5-7…

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vita at hoyra um tær 10 plágunar í Egyptalandi, og serliga um tað síðstu pláguna, og hvat hon er mynd uppí í okkara tíð. Til møti í annaðkvøld kl. 18.00, fara vit at…

Bønarløta og bíbliutími verður í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsarbeiðið skipar fyri eini lovsongsløtu eftir midnátt í annaðkvøld. Vit byrja kl. 01.00. Á skránni verður lovsongur, framførðslur og andakt við Torgeir Petersen. Eftir lovsongsløtuna, bjóða vit eina góða suppu.

Sjómannskvinnuringurin hevur jólahugna í annaðkvøld kl. 19:30. Sjómanstrúboðarin kemur at vitja. Innsavnan verður til sjómansmissiónina. Til ber eisini at lata inn jólapakkar til sjófólkið. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Leygarkvøldið var árliga jóladekoratiónskvøldið hjá teimum ungu í missiónshúsinum. Seinnapartin samlaðust tey at gera dekoratiónirnar, sum seinni um kvøldið skuldu berast út til eldri í kommununi. Kl.18.45 var andakt í Tabor áðrenn tey uml. 45 ungu og eldri, í bólkum,…

Í samband við at Fríðrikskirkjan verður 25 ár 1. des., sum er 1. sunnudagur í advent, verður eingin sunnudagsskúli og einki møti í missiónshúsinum. Víst verður til hátíðardagin í Fríðrikskirkjuni. Tað var 1. s. í advent í 1994 at Hans…

Í morginsárini verður morgunkaffi aftur í missiónshúsinum. Vit byrja kl. 10.00, og halda á til áleið kl. 12.00. Í morgin fáa vit vitjan av Høgna við Rætt, sum kemur at greiða frá hendingum í lívið sínum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími verður aftur í annaðkvøld. Byrja verður við bønarløtu kl. 19.30, og bíbliutímin byrjar kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Dakku Petersen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bindimøti verður í kvøld kl. 19.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Junior verður aftur í annaðkvøld kl. 19.00. Vit hoyra Guðs orð, syngja saman, og eftir møti fáa vit drekka og hugna okkum saman. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.