Tabor

Tabor

Myndir frá leguni.

Vit høvdu eina góða legu í døgunum 15-17 novembur í Leguhúsinum í Nesvík. Nú eru nakrar myndi tøkar frá leguni. Myndunar kunnu síggjast her, ella undir myndasavn.

Møti í annaðkvøld við rokniskapi.

Møti byrjar kl.18.00. Hilmar Højgaard kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Á møtinum verður eisini kunna um rokniskapin fyri 2018, og hvat ætlanir liggja fyri framman. Øll eru hjartaliga vækomin.  

Sunnudagsskúli í morgin.

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um Móses, hvussu hann møtti Guði í tornarunninum. Møguleiki verður at geva eitt oyra til Sat7 bússuna. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verdur í kvøld kl. 20.00. Í kvøld verður tað Jóhannus Mikkelsen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Vit fara eisini at syngja saman. Eftir møti verður góður drekkamunnu og hugni. Øll er eru hjartaliga vælkomin, og tak…

Dekratiónsdagur í morgin.

Í morgin verður tann árligi dekratiónsdagurin, sum tey ungu skipa fyri. Í ár verður tað eitt sindur annaleiðis skipa. Vit byrja longu kl. 14.00 at gera dekratónir. So verður ein pausa, har møguleiki er at verða við til, tá ið…

Møti í annaðkvøld.

Møti verður í annaðkvøld 18.00. Tað verður eitt sang- og vitnimøti. Vit fáa vitnisburð frá Súsannu Skoradal og Høgna Hansen. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi

Í morgin ári verður aftur morgun kaffi, við einum góðun morgunmati afturvið. Vit byrja kl. 10.00, og halda á til áleið kl. 12.00. Øll eru hjartaliga vælkomin, til morgun kaffi í missiónshúsinu.

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ingrid Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.