Tabor

Tabor

Skráin um nýggjári

Myndatilfar

Hetta verður skráin um nýggjári í kirkju og missiónshúsið. Nýggjársaftan 31 desember kl. 11.00 : Guðstænasta í Nes kirkju, lestur kl. 14.00: Sunnudagsskúli Einki møti um kvøldi Nýggjársdagur 1 januar kl. 11.00: Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni. Prestur og altargongd kl. 18.00:…

Jólafestin fyri børnum undir skúlaaldur

  Jólafestin fyri børnum undir skúlaaldur var mikudagin kl. 18.00. Vit sungu saman, Heini Kristiansen hevði orðið, Helen Olsen hevði eina spurnarkapping, og vit endaðu í salinum við at ganga um træðið. Eftir tað varð bjóðað til ein góðan drekkamunn…

Jólaheilsan úr Thailandi

Heimasíðan hevur fingið eina jólaheilsan frá Ernst og Khem úr Thailandi. Jólaheilsan til Thailands vinir í Føroyum Góðu vinir Ein stutt heilsan við nógvum myndum frá jólahaldið okkara í kirkjuni. Jólahaldið í kirkju okkara bleiv hildið 24. desember. Um morgunin…

Gleðilig jól í Jesu navnið

Frá misisónshúsinum skal ljóða eini gleðilig jól í Jesu navnið. Eini jól, har vit minnnast barnið sum bleiv føtt okkum til frelsu og bjargingar. Takk skal Guð hava fyri, at tey lyftir/profetiir sum Guð gav gjøgnum sínar profetar, gingu út…

Skráin fyri jólahalguna

Hetta er skráin fyri jólahalguna, bæði í missiónshúsinum og kirkjuni. Jólaaftan – kl. 17.00: Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni. Taborkórið syngur. Prestur. Jóladagur – kl. 11.00: Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni. Kirkjukórið syngur. Lestur – kl. 18.00: Guðstænasta í Nes kirkju. Prestur 2. Jóladag…

Mikukvøldsmøti í annaðkvøld

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Dakko Petersen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúlin byrjar kl. 14.00. Í morgin fara vit at hoyra um vísmenningar sum komu úr Eysturlondum, og eisini fara vit at hoyra um at lítla Jesu barni var noytt at flýggja. Møti byrjar kl. 18.00. Til møti í annaðkvøld kemur…

Ungdómsmøti í kvøld

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Hetta er stíðsta ungdómsmøti í ár, so vit fara at hugna og stulleika okkum saman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími í kvøld

Bønarløta og bíbliutími verða í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Krista Magnussen sum hevur bíbliuitíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Junior í annaðkvøld

Junior verður í annaðkvøld kl. 19.00. Hetta verður síðsta Junior í ár, so vit fara at hugna okkum saman. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Møti – syngja jólini inn

Í annaðkvøld kl. 18.00 fara vit at syngja jólini inn. Taborkórið kemur at virka við, og sjálvandi verður eisini felagssangur, umframt upplestur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.