Tabor

Tabor

Barnaringurin avslutning.

Í morgin hevur útimissións barnaringurin avslutning fyri hetta hálvári. Hesaferð verur tað eitt sindur øðrvísi. Børnini møti til vanliga tíð kl. 17.30, men í staðin fyri at byrja í salinum, so byrja tey beinavegin við at gera tað kreativa arbeiði.…

Junior í morgin.

Lampa

Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og halda á til áleið kl. 21.00. Í morgin fáa vit eitt orð frá Judith Johannesen, umframt at vit fara at syngja saman. Eftir møti fáa vit drekka, og so hugna…

Rætting: Sunnudagsskúli og møti.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus innsetti altarborðið. Tíðanverri hevur Petur Martin Glerfoss fingið forfall. Í staðin koma vit at hoyra 2 vitnisburðar. Henda mánaðin hava vit flutt…

Bønarløta og bíbliutími.

Bøn

Í annaðkvøld verður bønarløta og bíbliutími. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hilmar Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Eingin sunnudagsskúli, men møti.

Eingin sunnudagsskúli verður í morgin. Men vís verður til sunnudagsskúla, kallað Simba-hitt, í samband við stórmøtir hjá Heimamissiónini á Giljanesi. Simba-hitti byrjar kl. 15.00. Møti verður sum vanligt kl. 14.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 10.00 við einum góðum morgunmati. Í morgin fáa vit vitjan av Eyðgerð og Ellinti Abrahamsen, sum koma at greiða frá teirra tænastu umborð á Logos Hope, sum er eitt av skipunum…

Bønarløta og bíbliutími í kvøld.

Bønarløta og bíbliutími vera í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld er tað Hanna Nordendal sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin.

Útimissiónsbarnaringurin verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 17.30, har vit syngja saman og hoyra Guðs orð. Síðani fara vit at gera ymiskt handaligt. Vit enda kl. 19.00. Øll børn í aldrinum 6-14 ár eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.