Tabor

Tabor

Junior í morgin.

Junior verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 19.00 og enda áleið kl. 21.00. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Familjumøti í morgin.

Í morgin verður Familjumøti kl. 14.00. Vit fáa vitjan av Joan Niclassen við familju. Eisini kemur barnarkórið at syngja fyri okkum. Innsavnan verður til sunnudagsskúla arbeiðið. Eisini er møguleiki fyri at lata skógvaeskjur inn, til Christimas Child. Aftaná møti verður…

Bønarløta og bíbliutími í kvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími vera í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Andrias Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bindimøti í kvøld.

Bindimøti verður aftur í kvøld. Vit byrja kl. 19.30 er eru liður áleið kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jákup. Hesaferð fara vit at hoyra um tá ið hann kemur heim aftur til Esav beiggja sín. Til møti veður tað KFS, sum kemur…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti byrjar kl. 20.00. Men kl. 19.30 er bønarløta. Á ungdómsmøtinum í kvøld, koma tey sum vóru á Teen street í summar, at hava møti og greiða frá leguni. Aftaná møti verður drekka og hugni. Øll frá 7 flokki og…

Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 10.00 við einum góðum morgunmati. Síðani syngja vit saman, og so kemur Jákup Jakobsen, at greiða frá sínum arbeiðslívið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími í kvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verður í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30, og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Alfred Olsen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringurin í morgin.

Barnaringurin verður aftur í morgin kl. 17.30. Vit fáa vitjan av Elisabeth Poulsen, sum kemur at greiða frá arbeiðinum sum hon stendur í. Eisini fara vit at syngja saman. Eftir samveruna í salinum, fara vit í kjallaran at gera ymiskt…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.