Tabor

Tabor

Ungdómsmøti í kvøld.

Í kvøld verður ungdómsmøti aftur. Møti byrjar kl. 20.00, men vit byrja kl. 19.30 við eini bønarløtu. Í kvøld verður ungdómsmøti eitt sang og vitnimøti. Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Møti, sunnudagsskúli og frokost

Í morgin er nógv á skránni. Møti og sunnudagsskúli er sum vanligt, men í morgin koma vit eisini at hava frokost. Frokosturin verður uml. kl. 12.30, ella beint aftaná guðstænastuna, sum í morgin er við altargongd. Á sunnudagsskúlanum fara vit…

Bønarløta og bíbliutími.

Bønarløta og bíbliutími verða aftur í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Ø. Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Junior byrjar aftur.

Lampa

Nú byrjar Junior aftur eftir summarsteðgin. Vit byrja í kvøld kl. 19.00 og halda á til áleið kl. 21.00. Vit fara at syngja saman, og Jaspur Langaard kemur at hava eitt orð til okkara. Eisini fáa vit drekkamunn, og vit…

Møti kl. 18.00 í morgin, eingin frokostur

Vegna jarðarferð, verður møti í morgin flutt til kl. 18.00, av tí sama verður eingin frokostur í morgin. Á møtinum kemur Hilmar Højgaard at boða Guðs orð fyri okkum. Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til húsið.…

Sunnudagsskúli í morgin kl. 14.00.

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Vit fara at hoyra um tá ið Jesus vakti upp Lazarus, og hvussu Jesus hevur fingið vald eisini á deyðanum. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu. Øll børn eru hjartaliga vælkomin.

Frokost sunnudagin.

Sunnudagin 3 sept., verður frokost aftur í missiónshúsinum. Vit byrja kl. 12.30. Frokosturin verður skipaður soleiðis at, missiónshúsið bjóðar kaffi/the og breyð, og so er ætlanin at vit øll, hvør í sínum lagi, taka viðskera við, sum vit so seta…

Bønarløta og bíbliutími.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hildugunn S. Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Kristi Himmelfart

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jesus var við nøkrum lærusveinum, uppi á einum fjalli, og har hendi nakað serligt við Jesusi. Á møtinum verða tað tey ungu sum…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður aftur í kvøld kl. 20.00. Vit fara at hugna okkum saman við pizza. Áki Johannesen kemur at hava eina andagt fyri okkum. Annars hugna okkum saman. Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.