Tabor

Tabor

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Bønarløta er kl. 19.30. Í kvøld kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fara vit at lovsyngja saman. Eftir møti fáa vit drekka, og hugna okkum saman. Øll frá 7…

Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í missiónshúsinum í morgin kl. 10.00. Vit fáa vitjan av Gerhard J. Mikkelsen, sum kemur at siga frá. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringurin byrjar aftur.

Nú byrjar Útimissións barnaringurin aftur í missiónshúsinum. Vit byrja í morgin kl. 17.30, og verða liðug kl. 19.00. Fyrst fara vit at hoyra úr Bíbliuni og syngja saman. Síðani fara vit út á tey ymisku verkstøðini, at gera ymiskt handaligt.…

Junior í kvøld.

Junior verður aftur í kvøld. Vit byrja kl. 19.00 og halda á til áleiði kl. 21.00. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari úr trúðarjáttan okkara. Hesaferð verður tað stykki “Jesus – pínslaður, krossfestur og risin upp” Til møti kemur Ingrid Hansen at tala. Tað er fyrsti sunnudagur…

Bønarløta og bíbliutími.

Bønarløta og bíbliutími vera í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjómanskvinnuringurin á Vesturskin

Bókin Tænandi kvinnur

Í annaðkvøld, møtist Sjómanskvinnuringurin á Vesturskin. Har verður Sjómanskvinnuringur boðin til ein betri bita. Eisini verður høvi at keypa nýggju bókini um Sjómanskvinnuringarnar í Føroyum, sum sjómanstrúboðarin Torleif Johannesen hevur skriva. Tilfakið byrjar kl. 18.00, og allar kvinnur eru hjartaliga…

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra meira úr trúarjáttanini hjá okkum. Vit fara at hoyra um broti: “Jesus – borin í heim av Mariu moy”. Til møti fáa vit vitjan úr Klaksvík.…

Morgun kaffi byrjar aftur.

Morgun kaffi, fer nú at byrja aftur. Vit byrja í morgin kl. 10.00 til kl. 12.00. Vit fáa eina serliga vitjan til morgun kaffi í morgin. Tað verða Alexandr og Nadiiu Shvets frá Ukraina, sum koma at siga frá í…

Seyðauppoðsøla fyri missiónshúsið.

Komandi leygardag 24. september kl. 15.00 verður seyðauppoðssøla við egningarskúrarnar á Toftum. Peningurin fer til missiónshúsið, og skal millum annað nýtast til nýggja hitaskipan og nýggju lyftina. Á uppboðssøluni verða seld/ir: 4 heystlomb/veðrar 11 lomb 2 sundurlimaði lomb, sum verða…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Andrias Magnussen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.