Tabor

Tabor

Sunnudagsskúli og møti í morgin

Sunnudagsskúli og møti verða sum vanligt kl. 14.00 í morgin. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Móses. Hesaferð verður tað um tá ið Guð kallaði á Móses ígjøgnum ein tornarunn, sum eldur var í Á møtinum kemur Jørmund…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti í kvøld, sum byrjar kl. 20.00, verður eitt gentu- og dreingja ungdómsmøti. Vit fáa undirvísing frá pørunum Ingrid og Hans Jákup Hansen og Marjan og Birgir Nielsen.  Aftaná ungdómsmøti fara vit at hugna okkum saman.  Minnist til bønarløtuna kl.…

Bindiskeið og hugni týskvøld.

Logo

Týskvøldið 22 nov., skipar Barnaringurin fyri einum hugnakvøldi/bindiskeiði í missiónshúsinum. Kvøldið byrjar kl. 19.00. Vit møtast til eina hugnaliga samverur við stokkum, har Sára Mrdalo kemur at geva okkum íblástur og læra okkum okkurt nýtt. At hava við: stokkar umleið…

Morgun kaffi í morgin.

Pól Johannesen

Morgun kaffi verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 10.00 og hald á til áleið kl. 12.00. Vit hugna okkum við einum góðum morgunmati, syngja og hava eitt Guðs orð, umframt at vit hoyra okkurt áhugavert. Í morgin fáa vit…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími verða aftur í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Jákup Jakobsen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin.

Í morgin verður Útimissiónsbarnaringurin aftur. Vit byrja kl. 17.30 og enda kl. 19.00. Vit syngja fyrst saman, og hoyra Guðs orð, áðrenn vit fara at gera ymiskt handaligt. Øll í aldrinum 6-14 ár eru hjartaliga vælkomin á barnaring.

Bindimøti í kvøld.

Logo

Bindimøti verður aftur í kvøld kl. 19.30. Vit sita saman og binda hoyra søgu og Guðs orð. Mint verður á jólapakkanar til sjómenningar. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Junior í kvøld.

Junior verður í kvøld kl. 19.00. Vit fara at syngja saman, hoyra Guðs orð frá Paula, og so fáa vit drekka, og hugna okkum saman. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Møti í morgin kl. 18.00

Við tað at jarðarferð er í morgin kl. 13.00, verður møti flutt til kl. 18.00. Og av tí sama verður eingin frokost í morgin. Til møti í morgin fáa vit vitjan úr Leirvík. Tá kemur Jørmund Foldbo, at tosa yvir…

Sunnudagsskúli í morgin.

Í morgin kl. 14.00, verður sunnudagsskúli aftur. Í morgin og komandi sunnudagar, fara vit at hoyra um Móses, hvussu Guð brúkti hann í síni tænastu. Vit byrja sjálvandi við, tá ið Móses bleiv føddur, og hvussu hann kom at vaksa…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ólavur Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.