Junior í annaðkvøld

Nú byrjar Junior aftur í tí nýggja árinum. Vit byrja í annaðkvøld kl. 19.00, og halda á til áleið kl. 21.00. Vit fara at syngja saman, og í annaðkvøld kemur Ingrid Hansen at tosa út frá Bíbliuni. Aftaná fara vit…

Nú byrjar Junior aftur í tí nýggja árinum. Vit byrja í annaðkvøld kl. 19.00, og halda á til áleið kl. 21.00. Vit fara at syngja saman, og í annaðkvøld kemur Ingrid Hansen at tosa út frá Bíbliuni. Aftaná fara vit…
Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um tey 10 boðini sum Móses fekk frá Guði á Sinai fjalli. Til møti kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini…

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Høgni Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nú byrjar Sjómanskvinnuringur aftur í hesum nýggja árinum. Vit møtast í annaðkvøld kl. 19.30 og halda á til áleið kl. 21.30. Í annaðkvøld hava vit innsavnan til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um, tá ið Móses var uppi á Sinai fjalli, og fekk tey 10 boðini frá Guði. Í morgin fara vit at hoyra um 3 tey…

Bønarløta og bíbliutími vera í kvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í kvøld verður tað Hans Jákup Hansen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tann árligi aðalfundurin og festin hjá Tofta-/Rituvíkar blákrossfelag verður í morgin kl. 16.00. Til festina, koma vit at hoyra talu frá Hjalmar Hansen. Eyðun Jacobsen kemur at syngja, og Helgi Abrahamsen fær okkum í gott lag. Festin endar við einum…

Sunnudagsskúli verður í morgin kl. 14.00. Vit fara at hoyra um tá ið Móses fór niðan á Sinai fjall, fyri at tosa við Guð. Tað verður einki møti kl. 14.00, men Blákrossfest kl. 16.00.

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Kaj Eli Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Teksturin er frá 1. Pæt. 4. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra úr Bíbliuni, syngja saman og hoyra søgu. Møti kemur Streingjakórið at hava. Tey koma at syngja fyri okkum, og boða Guðs orð. Tað er fyrsti sunnudagur…

Tey ungu hava “opið hús” frá kl. 01.00 í nátt. Vit fara at hoyra eina andagt frá Magna Skoradal, lovsyngja saman, og hugna okkum, nú vit byrja uppá eitt nýtt ár. Øll eru hjartaliga vælkomin.