Tabor

Tabor

Junior í kvøld

Junior verður í kvøld. Vit byrja kl. 19.00 og halda á til áleið kl. 21.00. Allir juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti

Podas logo

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um hvussu tað gekst Ísraels fólki, tá ið tey gingu ígjøgnum oyðumørkina. Í morgin fara vit at hoyra um koparormin, sum Móses gjørdi fyri at…

Bønargonga

Bøn

Í samband við missiónsvikuna verður bønargonga í annaðkvøld fríggjadagin 3.febr. Vit fara at ganga í bøn fyri bygdum okkara, Nes, Toftir og Saltnes, og fyri øllum okkara fólki í kommununi. Vit møtast í missiónshúsinum, fríggjakvøldið 3.febr. kl. 19.30. Øll er…

Navnaskelti komi

“Leingi er tað, ið væl skal verða”. Soleiðis sigur orðatakið, og tað mugu vit eisini siga, viðvíkjandi at fáa navna skelti á missiónshúsið hjá okkum. Men nú er tað komi, og lýsir tað fyri øllum, og sigur frá hvat hetta…

Bíbliutími í annaðkvøld

Dakko Petersen

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Dakko Petersen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti

Ásbjørn Jacobsen

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá í Ísraels fólk byrjaðu ferð sína út Egyptalandi. Eisini fara vit at syngja saman, og hoyar søgu. Á møtinum fáa vit vitjan. Tað er…

Morgun kaffi byrjar aftur

Nú byrjar Morgun kaffi aftur í nýggja áriunum. Vit byrja í morgin kl. 10.00, og halda á til áleið kl. 12.00. Vit hugna okkum saman við einum góðum morgunmati, hoyra eitt Guðs orð og onkur sigur frá onkrum áhugaverdum. Øll…

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Alfred Olsen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringurin byrjar aftur

Nú byrjar Útimissiónsbarnaringurin aftur í tí nýggja árinum. Vit samlast í morgin. Byrja verður kl. 17.30 í salinum, har vit syngja saman, hoyra Guðs orð, og frá útimissónsarbeiðinum. Síðani fara vit út í bólkar at gera ymiskt handaligt. Barnaringur endar…

Bindimøti í annaðkvøld.

Bindimøti/Sjómanskvinnuringur verður aftur í annaðkvøld kl. 19.30. Við tað at vit ikki vóru so nógvar seinasta kvøld, hava vit innsavnanina til Sjómansmissiónina í annaðkvøld. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.