Tabor

Tabor

Sjómanskvinnuringur í annaðkvøld.

Í annaðkvøld verður síðsti sjómanskvinnuringur í ár. Vit møtast kl. 19.30, og halda á til áleið kl. 21.30. Vit hugna okkum við pakkaspæli, hvør kvinna hevur tveir pakkar við, fyri ca. 20kr stk. síðani selja vit lutaseðlar, um pakkarnar. Peningurin…

Sunnudagsskúli og møti saman.

Møti og sunnudagsskúli verða kl. 14,00 í morgin. Men í morgin verða við øll saman. Møti í morgin verður eitt sangmøti við heitinum “vit syngja jólini inn”. Vit koma at hoyra sang frá: Taborkórinum, New Praise, sum er ein ungdómsbólkur…

Ein góð jólagáva!

Mangla tær onkra jólagávu enn? So er góður møguleiki at keypa jólagávuna í missiónshúsinum Bókasølan í missiónshúsinum hevur nógvar bøkur. Her kanst tú fáa eina góđa jólagávu, til onkran, tú ert góður viđ. Um rætta bók ikki er á bókaborðinum,…

Jóladekratiónir

Dekratión

Í morgin verður tann árligi dagurin, har vit ungu fara at gera jóladekratiónir, fyri síðani at fara út til tey eldru í okkara bygdum at vitja, hava andagt og geva teimum eina jóladekratión, við ynski um eini vælsignað jól í…

Morgun kaffi – jólahugni

Síðsta morgun kaffi í hesum árinum, verður í morgin. Vit byrja kl. 10.00 og halda á til áleið kl. 12.00. Í morgin fara vit at hava jólahugna. Vit fáa vitjan av Marjun Lómaklett, sum kemur at greiða frá, tí serligu…

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl 19.30 og båíbliutímin kl 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hildugunn S. Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bindimøti í annaðkvøld.

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og halda á til áleið kl. 21.30. Vit binda, hoyra søgu og andagt, og annars hugna okkum saman. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Junior í kvøld.

Kristi Himmelfart

Næstseinasta Junior í ár verður í kvøld kl. 19.00. Jaspur Langaard kemur at hava eitt Guðs orð til okkara, vit fara at syngja saman, og eftir møti fara vit at hugna okkum við drekka og spølum. Allir Juniorar í 5-7…

Sunnudagsskúli og møti.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit aftur at hoyra um Móses. Hesaferð fara vit at hoyra um, tá ið Móses kemur aftur til Egyptaland, og skal møtir Farao. Á møtinum kemur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari…

Ungdómsmøti í kvøld.

Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 20.00. Kl. 19.30 verður bønarløta. Til ungdómsmøti í kvøld, kemur aðalskrivarin fyri Heimamissiónina, Andrias Magnussen at boða Guðs orð fyri okkum. Hann kemur at tosa yvir evni “bíbliu basis” Eftir møti fara vit at hugna…

Bønarløta og bíbliutími.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hilmar Højgaard sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.