Tabor

Tabor

Jólafestin fyri teimum vaksnu.

Jólafestin fyri teimum vaksnu, verður í annaðkvøld kl. 19.00. Vit byrja við eini løtu, har Taborkórið kemur at syngja, og Pauli Højgaard hevur eitt orð til okkara. Síðani fáa vit ein góðan náttverðabita og desert omaná. Síðani verður tað tann…

Gleðilig jól í Jesu navni

Tykkum er í dag ein frelsari føddur. Luk. 2,11 Hvørjum tørvar ein frelsara? Tað ger tann, ið tørvar frelsu. Mong vita ikki av tí. Summi halda, at tey klára seg avbera væl; onnur hampiliga væl og uppaftur onnur, at tað…

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Olaf Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Hjálp til Ukraina

Til møti í dag, fingu vit at hoyra um hjálpararbeiði sum blívur gjørt í Ukraina, av Sergey Lysak og øðrum. Har kunnaði hann eisini um at møguleiki var at hjálpa, við at geva eina gávu. Hervið skullu vit upplýsa konto…

Møti og sunnudagsskúli í morgin

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra tá ið Jesus bleiv føddur. Á møtinum kemur Olaf Magnussen at boða Guðs orð fyri okkum. Eisini fáa vit vitjan av einum pari úr Ukraina, sum…

Ungdómsmøti í kvøld

Í kvøld fara vit at hava eina lovsongsløtu, har vit eisini koma at hoyra vitnisburðar, og eisini verður møguleikin at bera ein vitnisburð fram um Jesus. Møti í kvøld byrjar kl. 21.00, og bønarløtan byrjar kl. 20.30. Øll í ung…

Jólafest fyri børn.

Jólafestin fyri børnunum verður í annaðkvøld kl. 18.00. Vit fara at hoyra bíbliusøgu, syngja saman og ganga um jólatræið. Børnini fáa sjálvandi jólapakka, og drekka verður eisini at fáa. Øll børn eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutími í annaðkvøld.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Hanna Nordendal, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Junior í morgin.

Síðsta Junior í ár, verður í annaðkvøld kl. 19.00. Vit fara at hoyra eitt Guðs orð, syngja og hugna okkum samna. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Í morgin verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Jósef droymdi um at Jesus var Guðs sonur, og at hann tí ikki skuldi óttast, og ikki fara frá Mariu. Á møtinum fáa…

Bønarløta og bíbliutími.

Bøn

Bønarløta og bíbliutími vera í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Fríði Dam sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.