Tabor

Tabor

Morgun kaffi í morgin

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Ethel og Jákup koma, við orðum og myndum at siga frá túri í Kina. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Torleif Johannesen, sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Hann kemur at tosa um evni “veking”. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Barnaringur í morgin

Útimissiónsbarnaringur verður aftur í morgin. Vit byrja kl. 17.30, har vit syngja saman, hoyra Guðs orð, og hoyra frá útimissiónsarbeiðinum. Síðani fara vit út í bólkar at gera ymiskt handaligt. Vit enda kl. 19.00. Øll børn í aldrinum 6-14 ár…

Bønarløta í kvøld

Bønarløta fyri missiónsvikuni heldur fram í kvøld kl. 21.00. Í kvøld møtast vit hjá Hansa Mariu og Petur Hans Hansen, Agnið 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløtur fyri missiónsvikuni

Sum vit hava gjørt tey síðstu árini, so vera bønarløtur hvørt kvøld hesa vikuna. Byrja verður í kvøld kl. 21.00, og verður bønarløta hjá Maiu og Jákup Jacobsen, Lýðarsvegur 39. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.