Tabor

Tabor

Morgun kaffi í morgin.

Familjan Magnussen

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Vit fáa vitjan av Ernst Magnussen saman við familjuni. Tey koma at greiða frá arbeiðinum sum tey standa í í Thailandi. Hetta koma tey at gera í orðum og myndum. Øll eru…

Bíbliutími í annaðkvøld

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ernst Magnussen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

2. Páskadag – møti kl. 14.00

Møti verður 2. páskadag kl. 14.00. Tá verður tað Ernst Magnussen, sum kemur at tala, og greiða eitt sindur frá arbeiðinum sum tey gera í Thailandi. Okkara egna Tabor kór kemur at syngja. Drekka verður eftir møti. Øll eru hjartaliga…

Gleðuligar páskir í Jesu navnið

Vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.     Jóh. 1,14 Jesu dýrd er øðrvísi enn øll onnur dýrd. Hon endar ongantíð. Øll menniskjanslig dýrd endar í øllum førum, tá ið himmalin…

Páskadagur – Familjumøti kl. 14.00.

Tað verður eitt Familjumøti í morgin kl. 14.00. Vit fáa vitjan av Guðni Andreasen, sum kemur at siga frá Bíbliusøgu. Eisini verður spurnarkapping á skránni, umframt felagssang. Drekka verður eftir Familjumøti. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Rættvísisklædningurin

Tóku teir … somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman ígjøgnum. Teir søgdu tí hvør við annan: ”Latum okkum ikki skera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann.”     Jóh.…

Møtir um páskahalguna

Møtir verða í missiónshúsinum um páskahalguna. Skírisdagur: einki møti, men degna guðstænasta kl. 11.00, og altargongdsguðstænasta kl. 17.00 í Fríðrikskirkjuni. Langi fríggjadagur: Møti kl. 14.00, har Ingrid Hansen kemur at tala, og Streingjakórið syngur. Páskadagur: Familjumøti kl. 14.00. Møti fyri…

Bønarløta og bíbliutími.

Bønarløta og bíbliutími verður í morgin. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Alfred Olsen sum kemur at hava bíbliutíman fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um, tá ið Pætur avnoktaði fyri at hann kendi Jesus. Til møti, kemur Ólavur Ø. Hansen at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Góðar gávur til konfirmantin

Nú konfirmatiónirnar standa fyri durum vilja vit gera vart við, at vit í Nesvík hava hópin av spennandi bókum, sum kundi verið eitt gott boð uppá eina gávu til komandi konfirmantarnar. Bøkurnar viðgera mong evni, men hava tað til felags,…

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.