Morgun kaffi í morgin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Vit fáa ein góðan morgunmat, syngja og hoyra eina andagt, umframt at onkur greiðir frá. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Vit fáa ein góðan morgunmat, syngja og hoyra eina andagt, umframt at onkur greiðir frá. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bønarløta og bíbliutími verða í annaðkvøld. Bønarløtan byrjar kl. 19.30 og bíbliutímin kl. 20.00. Í annaðkvøld verður tað Ingrid Hansen sum kemur at hava bíbliutíman. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bindimøti verður aftur í annaðkvøld. Vit byrja kl. 19.30 og halda á til áleið kl. 21.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.
Junior verður aftur í morgin kl. 19.00. Vit hoyra eitt orð úr Bíbliuni, syngja saman, og eftir møti hugna vit okkum við einum drekkamunni og spølum. Allir Juniorar í 5-7 flokki eru hjartaliga vælkomnir.

Sunnudagsskúli og møti verður í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Pætur svíkur Jesus, men eisini tá ið Jesus møtir honum aftur, og Pætur fær loyvi at byrja av nýggjum, lívið saman við Jesusi.…


Vegna tað at Barnaringurin hevur avslutning í dag, so verður eingin bønarløta og bíbliutími í kvøld.

Tað eru nokso fitt av gloymdum klæðum, serliga barna klæðum, sum liggja í missiónshúsinum. Vit fara at heita á tey, sum halda seg mangla, ella hava gloymt okkurt í missiónshúsinum, um at hyggja, og taka tað sum tey eigur. Her…

Mikudagin 30 mars, hevur Útimissiónsbarnaringurin avslutning og burturlutan. Í ár verður verður dagurin skipaður eitt sindur øðrvísi. Byrja verður kl. 17.00 við einum góðum døgverða bita. Síðani verður møguleiki at keypa lutinar sum børnini hava gjørt í vetur, umframt at…

Bindimøti verður í annaðkvøld kl. 19.30. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um Martu og Mariu, tá ið Jesus var og vitjaði tær. Til møti kemur Rósalind Olsen at tala. Øll eru hjartaliga vælkomin.