Møti og sunnudagsskúli

Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Trúðarjáttanina. Hesa ferð eru vit komin til 3 trúðargrein, um Heilaga Anda. Á møtinum fáa vit vitjan av Frits Thomsen av Skála, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Møti og sunnudagsskúli Read More »

Ungdómsmøti í annaðkvøld.

Ungdómsmøti verður í annaðkvøld. kl. 20.00. Vit byrja við bønarløtu kl. 19.30. Í annaðkvøld verður tað Andrias Magnussen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Hann kemur at tosa út frá evninum “tann reyði tráðurin í Bíbliuni”. Eisini fara vit at lovsyngja saman. Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og hugna okkum saman.

Ungdómsmøti í annaðkvøld. Read More »

Barnaringur í dag.

Barnaringur verður aftur í dag. Vit byrja k. 19.30 og eru liðug kl. 19.00. Vit byrja í salinum, við at syngja saman og hoyra Guðs orð. Síðani fara vit í kjallaran at gera ymiskt handaligt. Øll børn í aldrinum 6-14 ár eru hjartaliga vælkomin á Barnaring.

Barnaringur í dag. Read More »

Kvinnukvøld í annaðkvøld.

Í annaðkvøld kl. 19.30, verður skipa fyri einum kvinnukvøldið í missiónshúsinum. Vit fáa vitjan av Ann Hermansdóttir, sum kemur at hava ein fyrilestur um, hvat í Yoga verðuliga er, og hvat liggur í upprunanum til Yoga. Eisini koma vit at hoyra sang frá Hildigunn Steinhólm og Lý Petersen. Vit fáa ein góðan drekkamunn, og hugna

Kvinnukvøld í annaðkvøld. Read More »

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.