Sunnudagsskúli og møti.

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00. Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari úr trúðarjáttan okkara. Hesaferð verður tað stykki “Jesus – pínslaður, krossfestur og risin upp” Til møti kemur Ingrid Hansen at tala. Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Sunnudagsskúli og møti. Read More »

Seyðauppoðsøla fyri missiónshúsið.

Komandi leygardag 24. september kl. 15.00 verður seyðauppoðssøla við egningarskúrarnar á Toftum. Peningurin fer til missiónshúsið, og skal millum annað nýtast til nýggja hitaskipan og nýggju lyftina. Á uppboðssøluni verða seld/ir: 4 heystlomb/veðrar 11 lomb 2 sundurlimaði lomb, sum verða seld í stykkjum Møguleiki er at fáa ein góðan kaffimunn undir uppboðssøluni. Hvussu gjalda vit

Seyðauppoðsøla fyri missiónshúsið. Read More »

Familjumøti í morgin.

Í morgin fara vit at hava eitt Familjumøti kl. 14.00. Vit fáa vitjan av Rósalind Olsen, sum kemur at hava bíbliusøgu fyri okkum. Eisini fara vit at hava eina spurnarkapping, umframt at vit fara at syngja saman. Eftir familjumøti verður ein drekkamunnur at fáa. Øll, børn og vaksin, eru hjartaliga vælkomin á Familjumøti kl. 14.00.

Familjumøti í morgin. Read More »

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.