Morgun kaffi

Morgun kaffi verður aftur í morgin kl. 10.00. Í morgin fara vit at hoyra og síggja frá ferð sum Krista og Ólavur Magnussen gjørdu til Thailands, at vitjan sonin Ernst Magnussen. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Morgun kaffi Read More »

Blákross fest kl. 16.00

Tofta-/Rituvíkar blákrossfelag koma at hava tað árligu blákrossfestin í morgin. Vanliga er festin fyrsta vikuskifti í árinum, men vegna korona var hetta ikki møguligt í ár. Men so verður festin ístaðin í morgin kl. 16.00. Byrja verður í salinum, har vit fáa talur frá Sverra Steinhólm, formanni fyri Bláa Kross Føroyar. Sang fáa vit frá

Blákross fest kl. 16.00 Read More »

Sunnudagsskúli kl. 14.00

Sunnudagsskúli verður sum vanligt kl. 14.00, men ikki møti. Hetta tí at Tofta-/Rituvíkar blákrossfelag hevur Blákross fest kl. 16.00. Men sunnudagsskúli verður kl. 14.00. Har fara vit at syngja saman, vit fara at hoyra um, hvussu Dávid náðar konginum í Ísrael Saul, og so hoyra vit eisini søgu. Øll børn og foreldur eru hjartaliga vælkomin

Sunnudagsskúli kl. 14.00 Read More »

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.