ELISHA

Sangbólkurin ELISHA framførdi fyri fyrstu ferð í adventløtunum saman við BUBU, sum vóru sendar í SVF á jólum 2017.  Sangur fyllir nógv hjá hesum ungu 13-15 ára gomlu, sum hava sungið saman síðani.

Navnið ELISHA er sett saman av forbókstavunum hjá sangarunum: Eli Hansen, Lisa Andrea á Regni, Inger Elisabeth Hansen, Svend Danielsen,  Hanus Højgaard og Annika Mortansdóttir Hansen. Eisini var tað upplagt at kalla hendan kristna sangbólkin eftir profetinum Elisa, sum á enskum stavast Elisha.

Umframt leiðarar og hjálparfólk eru eisini ungir tónleikarir: eTónTón    Hilmar á Regni (guitar) Dávid Olsen (trummur) og Ester Reinert Hansen (tvørfloytu)