bannari

Møti sunnudagin – “Gleðin í Harranum er styrki tykkara”

Sunnudagin kl. 18 verður møti við Alfred Olsen. Yvirskriftin til møtið er “Gleðin í Harranum er styrki tykkara”. Hans Pauli og Wilmar luttaka við sangi.

Á møtinum sunnudagin, verður sjóneygan sett á samkomuna. Við yvirskriftini  “Gleðin í Harranum er styrki tykkara”, kemur Alfred Olsen at tala til okkara. Støðið verður tikið í Nehemia bók, sum er um tíðina tá fólkið kemur aftur til Juda, eftir útlegdina í Bábylon, og tey skulu endurreisa Jerusalems múrar.

Hans Pauli og Wilmar luttaka við við sangi.

Barnaansing verður meðan møti er.

Hjartaliga vælkomin