Skráin fyri páska halguna

Aftur í ár verður páskastevna á eystara armi á Skálafjørðinum undir heitinum ”Tað er fullgjørt”. Missiónshúsini á Glyvrum, á Toftum og í Rituvík og bønhúsið í Søldarfirði skipa fyri.

Lagt verður fyri Langa fríggjadag kl. 18.00 í Glyvra missiónshúsi, har Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Manskórið í Rituvík syngur. Sama kvøld verður ungdómsmøti á Glyvrum kl. 21.00 við Andriasi Magnussen, aðalskrivara.

Páskadag kl. 18.00 verður møti í Tabor á Toftum. Mariann D. Poulsen talar, og Streingjakórið á Glyvrum syngur.

Annan páskadag verður møti kl. 18.00 í Rituvíkar kirkju. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar, og Streingjakórið á Toftum syngur.

Meðan páskastevnan er, verður einki møti í Tabor á Toftum langafríggjadag og annan páskadag. Tó verður missiónshúsið opið, so høvi verður at fara inn at hava eina stilla løtu í bøn.

Til tey, sum ikki hava fart til møtini á páskum, er at siga, at bilar koyra frá missiónshúsinum á Toftum kl. 17.45 inn á Glyvrar langa fríggjadag og kl. 17.40 til Rituvíkar annan páskadag.

Stýrið

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.