Øll tiltøk í Tabor avlýst til og við 2.páskadag

Eftir tilmæli 20.mars frá Føroya løgmanni, Bárði á S. Nielsen, hevur stýrið fyri missiónshúsið Tabor á Toftum avgjørt framhaldandi at avlýsa øll tiltøk til og við 2.páskadag 13.apríl.

Stýrið metir, at tað er umráðandi, at vit í Tabor gera okkara til at halda Corona-smittuni niðri í Føroyum.

Tó verður tað møguligt hjá øllum at ”stroyma” sunnukvøldsmøtini og møtini um páskahátíðina.

Komandi sunnukvøld 22.mars kl. 18.00 talar Torleif Johannessen, sjómanstrúboðari.

Vegna smittuvanda, er tað ikki møguligt at møta upp til møtini, men heldur síggja tey umvegis netið á tabor.fo ella á trubodin.fo.

Latið okkum seta álit okkara á Jesus Kristus í hesum truplu tíðum.

Stýrið fyri missiónshúsið Tabor

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.