Útferð 2. Hvítusunnudag
Sum lýst síðsta sunnudag, so er ætlanin at skipa fyri eini útferð mánadagin 6. juni, sum er 2. Hvítusunnudagur.
Vit møtast kl. 14.00 í missiónshúsinum, og síðani gongur leiðin til Selatraðar, har vit fara at hugna okkum á økinum hjá Skótadeplinum.
Vit fara at hoyra Guðs orð frá Jónu Hansen, og syngja saman.
Vit hava matpakka og drekka við sjálvi. Nakrar gass grillir verða til taks, so møguleiki er at grilla sær eina pylsu/búff, ella hvat man hevur hug til :).
Veðri sær lovandi út, so við vóna og biða eftir at vit sum meinigheid fáa ein góða dag saman á Selatrað.
Vit síggjast 2. Hvítusunnudag kl. 14.00 í missiónshúsinum. Hjartaliga vælkomin.