Frokost í missiónshúsinum.

Í morgin kl. 12.30, er ætlanin at bjóða til frokost í missiónshúsinum.

Frokosturin verður skipaður soleiðis at, missiónshúsið bjóðar kaffi/the og breyð, og so er ætlanin at vit øll, hvør í sínum lagi, taka viðskera við, sum vit so seta á eitt felags sjálvtøkuborð, har øll kunnu fáa sær av.

Hvat skal av viðskera? Tað, sum júst tær dámar, og hevur hug at taka við.

Øll eru hjartaliga vælkomin. So at hetta eisini kann verða við til at uppbyggja okkara meinigheit.

Vit vilja tó leggja dent á, at tað ikki er eitt krav at hava viðskera við, fyri at verða við til frokostin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Onnur tíðindi