Missiónsvikan – leygardagur.

Í morgin er nógv á skránni, so tað er ríkur møguleiki at koma saman um Guðs orð, bæði fyri børn og vaksin.

Vit byrja kl. 10.00 við morgunmati. Síðani kemur Erik Holmgaard at hava ein bíbliutíman fyri okkum, við evninum “helviti – veruleiki ella ímynd?”

Kl. 16.00 verður barnamøti. Ólavur Magnussen kemur at fortelja bíbliusøgu, umframt at vit fáa eina spurnakapping og syngja saman.

kl. 19.30 er aftur møti. Vit byrja tó kl. 19.00 við bønarløtu.
Á møtinum í annaðkvøld verður tað aftur Erik, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum. Í annaðkvøld kemur hann at tosa yvir evni “Er Guð seinur ella langmóðingur?”

Sang fáa vit frá okkara egna ungdómsbólki New Praise.

kl. 22.00 verður ein lovsongsløta. Her kemur Jónas Thomsen at hava eina andagt, og Frida og Óli lutaka við sangi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini sum verða í morgin.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.