– Ein persónlig heilsan frá mær

Sunnudagin 25. mai var eg biðin at tala til møti í missiónshúsinum á Toftum. Tað gjørdi eg eisini, men áðrenn eg byrjaði taluna valdi eg at bera frameina persónliga heilsan til tykkum øll, sum eru knýtt at missiónshúsinum á Toftum. 

Snorri Brent

Snorri Brend

Við hesi heilsan vil eg takka fyri tann týdning, sum tit í gamla missiónshúsinum í síni tíð hava havt fyri meg og mítt andaliga lív. Eg fegnist sjálvandi eisini um hetta húsið, sum vit nú sita í, og sum longu hevur virkað í meiri enn 30 ár.

Eg fari fyrst og fremst at takka fyri tann góða, og ikki minst rætta og bíbliutrúgva boðskapin, sum eg fekk høvi at hoyra her á ungum árum á ymiskan hátt.

Eg hugsi her um:

Tofta streingjakór
Tey bæði árini, eg var vikarur her í Tofta skúla (1977-79), kom eg serliga at síggja og við gleði ásanna tann týdning, sum hetta kórið hevði fyri missiónshúsið, fyri møtini, fyri tann einastaka sangaran – og ikki minst fyri tey og okkum, sum lýddu á vøkru og vælskrivaðu sangirnar við tí máttmikla boðskapinum um trúgv og frelsu – og hetta at vera varðveittur í trúnni. Tað er eisini út frá streingjakórinum, at eg enn í dag havi trúgvandi vinir sum eg møtist við av og á.

Eg var í mínum ungu árum nógv og vitjaði Inger og Hans Mikkelsen, tí eg var komin at kenna Tórður Mikkelsen. Eisini hjá Ane og Hugo Hansen, Ernst og Kate Hansen – og helst fleiri havi eg bara góð minnir. Seinni fekk eg eisini sera gott samband við ta stóru familjuna hjá Solveig og Sørin Steinhólm. Fantastiskt at vera saman við slíkum trúgvandi familjum, tá ein sjálvur onga familju hevur í Føroyum.

Í hesum støðum fornemmaði tú bara – tú merkti tað í andanum, hvussu stóran týdning tann andaligi sangurin og boðskapurin um Jesus hevði fyri tey. Hvussu týdningarmikið tað var, at streingjakórið eisini var við, tá Orðið um Jesus skuldi boðast.

Eg minnist væl, og við gleði afturá tann heilt serstaka klangin ið kórið hevði, bæði tá talan var um sjálva framførsluna, men ikki minst, tá allir hesir frálíku tónleikarnarir tóku guittaran í hond og leiddu kórsangin og fingu tann sanna boðskapin fram. At sangirnir kanska ikki høvdu meiri enn tríggjar akkordir, hvat sakaði tað, tá tað var boðskapurin sum skuldi fram og verða hoyrdur?

Hevði man hug at hoyra tey aftur, kundi ein sjálvandi fara á møti, ella at lurta eftir sangunum á plátum, sum kórið hevði givið út.

Møtini 
Vóru fast sunnukvøld. Eg var ikki so ofta til tey hesi árini, tí eg var á møti í gamla Meinigheitshúsinum í Havn, áðrenn legði leiðina inn til Jákup og Ethel Hansen, har eg búði tað fyrra árið, eg var vikarur her. Heim teirra lá annars væl fyri, her, beint omanfyri missiónshúsið.

Hugsi eisini um bíbliutímarnar í húsinum. Eg kann ikki rósa mær av at hava verið á nógvum teirra. Men eg havi stóra virðing fyri øllum teimum/tykkum mongu, sum so trúfast møta upp her. Hetta verður jú sagt at vera grundarsteinurin undir øllum missiónsarbeiði – ORÐIÐ OG BØNIN.

Tað er tó eitt annað, sum hevur sagt mær um, hvønn týdning tit leggja í hetta. Aðrastaðni verða hesar løturnar nevndar bíbliutímar ella bønarmøti. Alt gott um tað. Navnið spillir ongan. Men eg minnist, at tá tit fóru frá húsum mikukvøld – í øllum veðri – so fóru tit hvørki á bíbliutíma, mikukvøldsmøti ella bønarmøti. Nei, tit fóru á samtalu-møti!! Her var eitt møti, har ein var saman um Guds orð; her kundi ein biðja saman – men eisini seta fram spurningar og samtala um, hvat Gud hevði givið hvørjum einstøkum burtur úr dagsins teksti!

Maðurin har afturi í salinum
Í øllum missiónshúsum eru tað fólk, sum hava serligan týdning fyri tað andaliga lívið, ta andaligu barlastina og tann andaliga vøksturin.

Eg fari ikki at nevna nøkur nøvn her, men eg minnist bæði ung, tilkomin og serliga nógv av teimum eldru, sum so trúfast høvdu Orðið, vitnaðu um sín frelsara og ynsktu hvørja einastu ferð, at fólk sóu sína fortaptu støðu og tóku ímóti Jesusi.

Ein kvinna fór á føtur á sínum plássi har frammi í missiónshúsinum, tá hon avlegði sín vitnisburð.
Og so var tað ein eldri maður, sum eg minnist sera væl, sum mangan fór á føtur, har hann hevði sítt pláss har afturi í høgru síðu, beint har sum man gekk inn í møtisalin. Altíð eitt og vælgrundað orð úr Bíbliuni, sum hann vildi deila við okkum onnur.

Summi teirra eru farin heim til Harran undan tykkum/okkum. Men í dag er uppgávan hjá tykkum – tað vil siga: 
TIT, sum í trúfesti hava tykkara fasta pláss her í missiónshúsinum,
TIT, sum í trúfesti hava tykkara tænastu her, bæði fyri børnini, tey ungu, tilkomnu og eldru
TIT, sum í trúfesti og við áhaldi hava avlagt tykkara vitnisburðar her.

Vit eru so ójøvn á máli. Og ein hevur mangan hoyrt onnur siga, hvussu ótrúliga konservativ tey skuldu vera á Toftum. Eg vil heldur kalla tað, ella fegnast um, at tit eru trúgv ímóti skriftini og at tit søkja Harran í Orðinum. Eg veit bara, at har tvey ella trý eru samankomin í Jesu navni, har er Hann mitt í millum teirra.
Ja, tá eg hugsi um Toftir og missiónshúsið á Toftum, so má eg bara undrast, fegnast og takka. Eg má bara siga:
– Åh, det trúfesti.
– Åh, det andaliga lív,
– Åh, den kærleiki til Frelsaran.

Ár út og ár inn, sunnudag eftir sunnudag, sóust tey fara frá húsum til gudstænastu ella á møti. Við góðum huga fóru tey avstað, óansæð hvør talaði ella hvat var á skránni. Og veðrið – noy, tað hevði einki at siga!

MAN FÓR BARA FRÁ HÚSUM, ÓANSÆÐ UM TAÐ VAR TIL GUDSTÆNASTU ELLA Á MØTI!
Ikki sannheit:
Man fór bara frá húsum, óansæð um tað var til gudstænastu ella á møti!

Her havi eg lært nógv. Og her hava so mong onnur, so nógv at læra. Takk fyri tað.

Tann vakri klangurin
Var eg og ferðaðist her á Toftum, so fylgdist eg sjálvandi við húsfólkinum í kirkju og møti, og kanska eisini onkuntíð í sunnudagsskúla.

Eisini her var tú møttur av hesum  sama trúskapinum og offurviljanum. Her upplivdi tú ein frið, sum av álvara kom til sín rætt, tá øll sótu í kvirruni undir teim 9 biðisløgunum. Ein slík løta kann so sanniliga eisini tala til tað einstaka kirkjufólkið.

Teir góðu, vælsungnu og væl spældu sálmarnar gjørdu sítt inntrykk. Hugsaði mangan um tað, hvussu organisturin, Kristin, kundi leiða kirkjufólkið í lovsanginum, og kunna fáa so góðar tónar og so vakran klang út úr einum pumpuorgli, altso!

Har vóru evnir og har var eyðmýkd og kærleiki til Harran.
Ja, tað má eg siga, – løturnar í Nes kirkju gjørdu veruligt inntrykk á ein drong úr vesturbýnum í Havn, og eggjaðu meg til, at eg seinni fekk undirvísing, soleiðis at eg sjálvur kundi gerast organistur.

Tað lítla og ósædda
Hygg, – allur hesin offurviljin í missiónshúsinum, frá tí lítla, ósædda og tí stilla arbeiðinum, og tað – ja, tað sum sæst, – hetta, at tora at standa fram og boða Guds orð í talu ella vitnisburði. Respekt!
Gud kann brúka meg og hann kann brúka tykkum øll. Og hann brúkar tykkum enn í dag í tænastuni at fáa boðskapin um Jesus út til fólkið her í bygdini.

Men uttan tað viktigasta: forbøn, trúfesti og eina neyð fyri at røkka bygdarfólkinum við gleðiboðskapinum um Jesus, – ja, sótu vit so her í kvøld í 2025? Sita fólk her í 2050?

Og so vil eg enda við nøkrum orðum, sum eg haldi kunnu lýsa tykkara samkomu við øllum tess arbeiðsgreinum. Orðini eru úr 1 Tessalónikubrævinum 5, 23 og 24:

“Vit biðja um, at Gud friðarins skal vera um tykkum,
og at tykkara andi, sál og likam verða varðveitt í heilum líki,
og at tit eru ólastandi, tá ið Jesus Kristus kemur aftur.

Hann, sum kallaði tykkum, er trúfastur, og hann skal eisini gera tað”.

Amen.

(Hetta er sum nevnt inngangurin av eini talu, sum eg helt í missiónshúsinum. Eg kom onkursvegna at klutra eitt sindur í handritinum, soleiðis at bert 1/3 av tí, sum eg ætlaði mær at siga til inngang, kom við. Nú kemur tað so uppá skrift ístaðin.
Vónandi kann hetta verða tykkum til styrki, ugganar og ikki minst áhaldni í trúnni og arbeiðinum fyri Frelsara okkara!).

Onnur tíðindi